Russland skip­ar rutu­flúgv­ing til Norð­ur­korea

Fyri fyrstu ferð síðani miðskeiðis í nítiárunum verður regluligt flogsamband í lag millum Moskva og Pyongyang.

Vladimir Putin og Kim Jong-un hava eitt gott samband. Jong-un stuðlar millum annað Putin í krígnum í Ukraina. (Savnsmynd). - Mynd: Kristina Kormilitsyna/Ritzau Scanpix

Russland sendir fyrsta ferðafólkaflogfarið til Norðurkorea á nýstovnaðari rutu millum londini í dag.

Fyrsta flogfarið fer úr høvuðsstaðnum Moskva kl. 19 lokala tíð í kvøld, á veg móti norðurkoreanska høvuðsstaðnum, Pyongyang.

Ikki síðani miðskeiðis í nítiárunum hevur reglulig ferðafólkaflúgving verið millum høvuðsstaðirnar í londunum báðum.

Viðurskiftini millum londini eru vorðin tættari seinastu árini, nú vesturheimurin hevur vent russiska forsetanum, Vladimir Putin, bakið um kríggið í Ukraina.

Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, hevur aftur stuðlað Russlandi og sent norðurkoreanskar hermenn til Ukraina at hjálpa Russlandi.

Londini eru eisini samd um at økja um samstarvið innan ferðavinnu, og aftur í juni lótu Russland og Norðurkorea eisini uppaftur beinleiðis toksamband millum høvuðsstaðirnar í londunum eftir ein steðg í fleiri ár.

Beinleiðis flúgvingin millum Moskva og Pyongyang verður rikin av flogfelagnum Nordwind.

Flogfelagið hevur fingið loyvi at flúgva tvær ferðir um vikuna til Norðurkorea, men russiska samferðslumálaráðið sigur, at talan verður bara um eina flogferð um mánaðin fyribils. Hetta kann broytast, um eftirspurningurin økist.

Sambært almennu russisku tíðindastovuni Ria fer flogfarið at hava pláss fyri 440 ferðafólkum. Ferðin fer at taka átta tímar.

Einasta vanliga flogferðin millum Russland og Norðurkorea hevur higartil verið til Vladivostok í Eysturrusslandi. Hon verður rikið av norðurkoreanska flogfelagnum Air Koryo tríggjar ferðir um vikuna.

 

Ritzau/Reuters

 

Vladimir Putin og Kim Jong-un hava eitt gott samband. Jong-un stuðlar millum annað Putin í krígnum í Ukraina. (Savnsmynd). - Mynd: Kristina Kormilitsyna/Ritzau Scanpix