Tað segði løgmaður í ólavsøkurøðun í dag.
– Skulu vit vera framsíggin og tryggja fíggjarliga kappingarførið í longdini, noyðast vit at hækka pensjónsaldurin.
– Samanborið við 1985 liva vit 4-5 ár longur í miðal. Tað er gott, at miðallivialdurin framvegis hækkar. Men tað merkir, at vit fáa pensjón í støðugt fleiri ár, og at vit gerast støðugt fleiri eldri. Men samstundis verða støðugt færri at rinda. Tað hongur ikki saman, segði Aksel V. Johannesen.
– Og broytingarnar koma ikki í gildi fyrr enn í 2035. Tá verða tær stigvísar og við undantøkum. Eitt nú kunnu tey, ið hava arbeitt frá ungum árum, fara frá áðrenn pensjónsaldur. Í løtuni samskifta vit við fakfeløg um, hvussu skipanin kann síggja út. Málið kemur ætlandi fyri tingið aftur seinni í ár, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður.