Seta skaða­nevnd at greina ferðslu­van­lukkur

Endmálið er at kanna møguligar orsøkir til, hví ferðsluvanlukkur henda

Tað sæst í ískoytistilfarinum til ólavsøkufrágreiðing løgmans. Har stendur, at landsstýrið hevur raðfest, at skaðanevnd verður sett á stovn. Endamálið við einari skaðanevnd er at kanna og varpa ljós á møguligar orsøkir til, hví ferðsluvanlukkur henda, og á henda hátt vera við til at fyribyrgja aðrar ferðsluvanlukkur. 

Arbeiðið verður væntandi liðugt í heyst, tá ið uppskot verður lagt fyri tingið.