USA skal endurgjalda Iran fyri tap í sambandi við eitt álop í juni á trý iransk kjarnorkuverk, um Iran skal taka samráðingarnar um eina kjarnorkuavtalu við USA uppaftur.
Tað sigur uttanríkisráðharrin í Iran, Abbas Araghchi, við Financial Times.
- Teir skulu greiða frá, hví teir lupu á okkum mitt í samráðingunum, og teir skulu syrgja fyri, at tað ikki hendir aftur, sigur Araghchi.
- Og so skulu tey veita endurgjald fyri skaðan, tey hava elvt til, stendur víðari.
Uttanríkisráðharrin gevur ikki nakrar smálutir um, hvussu Iran skal fáa endurgjald. Hann greiðir heldur ikki frá, hvussu ein trygd móti framtíðar amerikanskum álopum á Iran skal síggja út.
Araghchi virkar sum høvuðssemingsmaður í Iran, tá tað snýr seg um samráðingar um kjarnorkuavtalu.
Hann sigur, at tað ber til hjá teimum báðum londunum at taka samráðingarnar uppaftur, sum steðgaðu upp, eftir at Ísrael leyp á Iran 13. juni Sambært Ísrael var endamálið við álopinum at forða fyri, at Iran gjørdist eitt hernaðarligt kjarnorkuveldi.
Náttina til 22. juni sendi USA hernaðarflogfør móti Iran at leypa á iransku kjarnorkuverkini í Natanz, Isfahan og Fordow.
Innblandingin hjá USA í stríðnum hevur bjóðað álitinum á USA av, sigur Araghchi.
- Vegurin til samráðingarborðið er smalur, men tað er ikki ómøguligt.
- Eg noyðist at sannføra míni viðhaldsfólk um, at fara vit undir samráðingar, so er hin parturin eisini áhugaður í eini avtalu, sum er góð fyri báðar partar, sigur Abbas Araghchi.
Altjóða kjarnorkustovnurin, IAEA, hevur ikki havt atgongd til kjarnorkuverkini í Iran í hálvan annan mánað nú.
Stutt eftir amerikanska álopið í juni valdi Iran at steðga samstarvinum við IAEA, sum er kjarnorkuvaktarhundurin hjá ST.
Ein sendinevnd frá IAEA fer skjótt at vitja Iran kortini - tó uttan at sleppa at kanna kjarnorkuverkini í landinum.
Tað boðaði varauttanríkisráðharrin í Iran, Kazem Gharibabadi, frá fyri einari viku síðani.
Vit hava samtykt at taka ímóti sendinevnd frá IAEA, tekniskari sendinevnd, sum skal vitja Iran heilt skjótt. Tað fer at henda innan tvær til tríggjar vikur, segði Gharibabadi mikudagin í farnu viku.
/Ritzau/