Tað sæst í løglistanum, ið er partur av ólavsøkufrágreiðing løgmans.
Har verður sagt, at arbeitt nú verður við uppskoti til løgtingslóg um at betra fólkaheilsuna við at minka um heilsuskaðar vegna royking, snús v.m.
Sambært krabbameinsætlanini verður mett, at umleið 130 føroyingar doyggja árliga av sjúkum vegna royking. Harafturat síggjast støðugt fleiri skaðar á tenn og tannkjøt hjá ungum í Føroyum, ið standast av regluligari nikotinnýtslu.
Gransking vísir, at daglig nýtsla av nikotinvørum kann elva til angist, tunglyndi, umframt at heilin kann taka skaða hjá ungum fólkum upp til 25 ár, har heilin ikki er liðugt mentur.
Dentur verður lagdur á at:
- a) fyribyrgja, at børn og ung byrja at brúka tubbaks- og nikotinvørur,
- b) tryggja, at royking, nikotinvørur v.m. ikki eru partur av gerandisdegnum hjá teimum og
- c) tryggja støðugt fleiri roykfrí umhvørvi.
Málið er, at ung fødd frá 2015 og frameftir ikki brúka tubbaks- og nikotinvørur.
Uppskotið verður lagt fram í heyst.