Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu er nú á veg í Løgtingið.
– Eftir áheitan frá summum av teimum størru kommununum verður arbeitt við at geva kommununum heimild í ferðslulógini til at taka gjald fyri parkering. Ferðslutrýstið økist støðugt, og tað hevur við sær, at eftirspurningurin eftir parkeringsplássum økist. Tá kann gjaldsparkering vera eitt gott amboð hjá kommununum at hava, stendur í tilfarinum, sum er latið Løgtinginum í samband við ólavsøkufrágreiðing løgmans.
Uppskotið verður eftir ætlan latið Løgtinginum á vári 2026.
##med2##