Plagar tú at fara á ólavsøku?
- Ja, eg raðfesti altíð at verða heima á ólavsøku, og eg elski ólavsøkuna. Eg búði uttanlands í nógv ár, og eg minnist, hvussu ringt tað var ikki at verða heima á ólavsøku.
Soleiðis sigur Theresa Turiðardóttir Kreutzmann.
Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini?
- Tað, sum ólavsøkan ger við okkum sum tjóð, er eftir mínum tykki, at vit fáa hesa inniligu tjóðskaparkensluna - at vit elska okkara land og fara við gleði í okkara tjóðbúna.
Hon heldur, at hetta sæst eisini aftur í litfagra búnanum.
- Tað er so ótrúliga vakurt at síggja allar teir føgru litirnar í býarmyndini. Eg haldi, at tað, at vit hava torað at roynt nýggjar litir og samansetingar í føroyska búnanum, ger, at búnin er allemandseje í dag.
Theresa heldur tað vera sera hugnaligt at møta vinum og kenningum í havnargøtum - tað góða prátið, klemm og gleði at síggja fólk, hon ikki hevur sæð leingi.
- Eg elski at vera við til alt tað hátíðarliga - setanina, løtuna á Vaglinum til kórsangin 29. juli og so sjálvandi midnáttarsangin.
Hon heldur, at løtan við Frelsunarherinum á Vaglinum er eitt must.
- Eg elski at gera klárt til ólavsøkuna, og eg gleði meg at fáa vitjan av familju og vinum og yvirnáttandi gestum av bygd.
Hon vísir á, at í ár verður heimið invaderað av vinum hjá dóttrini, sum skulu sova hjá teimum.
- So, her verður lív av ungum fólki, og einki er meiri lívsjáttandi enn tað.
Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni?
- Nei, eg haldi, at ólavsøkan er perfekt akkurát, sum hon er. Tað «nýggja» er sum so, at vit eta meira í býnum enn fyrr, tá vit samlaðust heima at eta, men eg haldi nú, at tað er komið eitt sindur aftur í aftur – hetta at vitja fólk og eta saman á ólavsøku, sigur Theresa.
Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar?
- Ja, tað eru altíð nakrar ólavsøkur, sum skara framúr – antin, tí veðrið var framúrskarandi gott ella ringt, ella at okkurt annað spennandi hendi.
Hon vísir á, at nøkur ár herfyri var ein ólavsøka, har tað var so lýtt, at fólk vóru við at smelta á Vaglinum.
- Tað hendir ikki so ofta, sigur hon brosandi.
Hon sigur seg eisini minnast eina ólavsøku, tá hon og ein vinkona vóru heilt ungar.
- Jóna og eg, sum tá búðu á Tvøroyri, fóru til Havnar á ólavsøku. Vit høvdu fortalt foreldrunum, at vit búðu hjá familju, men tá vit komu til Havnar, vóru tey ikki heima.
Hon vísir á, at tær høvdu ongantíð ringt til familjuna í Havn.
- Tá var eingin fartelefon at kekka okkum av, so vit báðar høvdu nakrar super dagar fyri okkum sjálvar – uttan uppsýn, og Theresa Turiðardóttir Kreutzmann heldur brosandi fyri, at hetta var ikki so galið hjá tveimum 14-15 ára gomlum gentum.