Fleiri lond og øki við strondum móti Kyrrahavinum hava niðurskrivað sínar tsunami-ávaringar í dag, eftir at ein risa jarðskjálvti í ein útnyrðing úr Russlandi fyrstu ferð setti ávaringarklokkur í gongd.
Ávaringar eru niðurskrivaðar á Hawaii, Japan og fjareysturpørtunum av Russlandi. Tað sama er galdandi fyri Filipsoyggjar.
Men í pørtum av Franska Polynesia vóru ávaringar um 13 tíðína um at aldur upp til fýra metrar kunnu koma.
Franski verjumálaráðharrin, Sebastien Lecornu, skrivar á X, at tilbúgvingin er stór.
- Okkara herdeildir í Franska Polynesia eru á varðhaldi sum fyribyrgjandi tiltak, sigur hann sambært tíðindastovuni Reuters.
Hann skrivar, at tey eru til reiðar at hjálpa "borgarum og ríkistænastum við møguligum leiti- og bjargingararbeiði ella evakueringum".
Ein røð av økjum og londum við strondum móti Kyrrahavi hava verið - ella eru framvegis - á varðhaldi eftir sera harða jarðskjálvtan út fyri russisku hálvoynni Kamchatka.
Jarðskjálvtin rakti umleið klokkan 00:30 okkara tíð við eini styrki upp á 8,8 og umleið 20 kilometrar dýpi. Tað er skrásett sum tað sætta sterkasta nakrantíð.
Í løtuni eru ongar fráboðanir um andlát ella álvarsligan skaða, skrivar Reuters.
Men myndir úr russiska Fjareystri vísa skaðar á bygningar, og sambært Reuters hevur jarðskjálvtin eisini elvt til, at fólk í Russlandi hava noyðst at leita sær læknahjálp.
Tsunami-aldur hava eisini rakt millum annað Japan eftir jarðskjálvtan, og tíggjutúsundavís av japanarum hava fingið boð um at flyta seg burtur.
##med2##
Í russiska býnum Severo-Kurilsk, sum liggur umleið 350 kilometrar frá miðdeplinum fyri jarðskjálvtanum, skolaðu aldurnar gjøgnum havnarøkið og floymdu eina fiskaverksmiðju á staðnum. Myndugleikarnir siga, at aldurnar, sum vóru upp til fýra metrar høgar, komu til minnisvarðan um seinna heimsbardaga í býnum, sambært borgarstjóranum. Hann er umleið 400 metrar frá strondini.
Fólk vórðu flutt burtur í góðari tíð, sambært myndugleikunum, og stjórnarskrivstovur í Kreml søgdu, at "ávaringarskipanir" høvdu virkað sum tær skuldu.
- Gud havi lov, at eingin doyði, sigur talsmaðurin hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, Dmitrij Peskov, sambært AFP.
/Ritzau/