Facebook eigarin veksur væntanirnar eftir trygg fíggjarlig úrslit

Fyri annan ársfjórðing í ár eru inntøkurnar hjá Meta 310 milliardir krónur - 22 prosent hægri enn í fjør.

Amerikanska samtakið Meta, sum stendur aftan fyri millum annað Facebook og Instagram, kom út úr øðrum ársfjórðingi í ár við einum vinningi upp á 18,3 milliardir dollarar - 120 milliardir krónur.

Tað vísir roknskaparúrslitið hjá samtakinum fyri annan ársfjórðing í ár, sum varð lagt fram í kvøld okkara tíð.

Roknskaparúrslitið vísir, at inntøkan hjá Meta í øðrum ársfjórðingi í ár er 47,5 milliardir dollarar, sum svarar til stívliga 310 milliardir krónur.

Hetta er stívliga 22 prosent hægri enn sama tíðarskeið í fjør.

Meta økir eisini um væntanirnar um inntøkur fyri triðja ársfjórðing í ár. Samtakið væntar sostatt at hava inntøkur upp á millum 47,5 og 50,5 milliardir dollarar.

Væntanirnar hjá íleggjarunum vóru í miðal 46,17 milliardir áðrenn roknskaparúrslitið varð almannakunngjørt mikudagin.

Sambært fíggjarmiðlinum MarketWire hækkaðu partabrøvini hjá Meta 9,7 prosent á amerikanska marknaðinum í dag.

 

/Ritzau/