Turið Arge Samuelsen: Friður, frælsi og felagsskapur

Her er setanarrøðan, sum Turið Arge Samuelsen, løgfrøðingur og hondbóltsspælari, helt á Vaglinum ólavsøkuaftan:

Turið Arge Samuelsen:

 

Góðu fólk í Føroyum, góðu ólavsøkugestir og góðu ítróttafólk og reiðfólk!

 

Á ólavsøku fyri 80 árum síðan varð tjóðarhátíð okkara hildin í brennandi sól, og ein riðil av fólki stevndi til Havnar at halda hana.

 

Ólavsøkan í 1945 var heilt serlig, tí fyri fyrstu ferð í fimm ár óttaðust fólk ikki fyri, at bumbuflogfør skuldu loypa á Føroyar. Kríggið var liðugt, og aftur valdaði friður.

 

Vit, sum ikki vóru fødd tá, kenna ikki til annað enn friðartíðir í Føroyum, men hvønn dag síggja vit í fjølmiðlunum, at aðrastaðni í heiminum eru fólk ikki so heppin.

 

Fleiri staðni lata tey kúlur og bumbur tala í staðin fyri klemm og samrøður, og meðan tíðindini berast okkum, ynskja vit okkum inniliga, at friður aftur skal valda.

 

Tí friður er fortreytin fyri einum lívi uttan ótta, og friður gevur okkum høvi til at droyma stórar dreymar og gera teir veruleika.

 

---

 

So mangt er byrjað við, at onkur hevði ein dreym, og ofta vísti tað seg, at tað krevjast bara nøkur fá fólk til, at dreymar gerast veruleiki.

 

Landsliðini hjá kvinnum og monnum í hondbólti hava sprongt mørkini fyri, hvat er møguligt at røkka sum lítil tjóð.

 

Hóast vit eru fá og smá, standa vit einki aftan fyri aðrar tjóðir, heldur eru vit eitt vet framman fyri nógvar teirra.

 

Tá Elias Ellefsen á Skipagøtu hevði møguleikan at skjóta Føroyar í søgubøkurnar ímóti norðmonnum í Berlin á sinni, spurdi hann ongan norðmann, um hann kundi avgera okkara lagnu.

 

Hann tók bóltin í egnar hendur og syrgdi fyri, at Føroyar fingu fyrsta stigið nakrantíð í einum endaspæli, og í veruleikanum gjørdi hann meira enn tað. Hann vísti okkum, at lagna okkara sum tjóð er í okkara egnu hondum.

 

Tað vísti eisini kvinnulandsliðið í hondbólti í apríl, tá liðið sum tað fyrsta føroyska A-landsliðið nakrantíð spældi seg víðari til eitt HM-endaspæl.

 

Í mai tryggjaði manslandsliðið sær aðru EM-luttøkuna við arbeiðssigri á Kosovo og fólkaveitslu við Tjarnir, og so minnast vit við stoltleika og gleði, at U21-menn okkara í juni – við ófatiligum stríðsvilja og dugnasemi – gjørdust triðbestir í øllum heiminum.

 

Bronsan í juni var okkum gull verd, tí við hesum søguliga heiðursmerkinum vístu U21-menninir, at onki ovara mark er fyri, hvat ein føroyingur kann droyma um at avrika.

 

Bjóðar tú teg fram, kanst tú gerast virðismiklasti spælarin av øllum í eini HM-kapping eins og Óli Mittún!

 

Hondbóltslandsliðini hava ikki latið hepni avgjørt sínar lagnur. Tey hava barst sum úlvur á skóg fyri at rokkið á mál og syrgt fyri, at gentur og dreingir í Føroyum hava føroyskar fyrimyndir.

 

Hetta hava verið løtur, har tann einstaki viljin var partur av eini størri megi, og har felags styrkin bar okkum longur, enn vit høvdu roknað við.

 

Tað sama gjørdi seg galdandi á oyggjaleikunum í Orknoyggjum nú í juli, har okkara ítróttafólk vunnu leikirnar so ruddiliga – við besta oyggjaleikaúrslitinum nakrantíð.

 

Um so talan var um bogaskjóting, fimleik, badminton, súkkling, svimjing ella frælsan ítrótt, so sigraðu vit, ofta sum einstaklingar, men samstundis í fjálgum felagsskapi, sum styrkti og menti hvønn einstakan íðkara.

 

Á næstu oyggjaleikunum í 2027 eiga vit so heimavøll – og kunnu standa okkum uppaftur betri!

 

---

 

Í hvørjum endaspæli og hvørjum sigri sæst ein spegilsmynd av tí samfelag, vit vilja vera – eitt samfelag, har vit stuðla hvørjum øðrum og taka felags ábyrgd fyri at bera okkum øll fram.

 

Tí eins og í ítróttinum kunnu vit í lívinum ikki virka einsamøll. Tey, sum standa sterkast, eru tey, sum standa saman, og soleiðis er eisini hjá tjóðini.

 

Í einum heimi, har individualisman ræður, og fólk ofta verða mett eftir einstøkum úrslitum, er hetta ein áminning um, at hjúklast allatíðina má um felagsskapin.

 

Ongantíð hevur verið so umráðandi at standa saman sum nú. Spenta heimsstøðan minnir okkum á, at tað, sum einaferð varð rokkið, brádliga kann hvørva.

 

Friður kann umskapast til ófrið, og fólk mugu flýggja úr sínum heimlandi í fremmand lond at vera, eisini okkara. 

 

Heimspekingurin Løgstrup segði, at eitt menniskja er ongantíð so frítt, at tað ikki heldur onkrum parti av lívinum hjá øðrum menniskjum í sínum hondum.

 

Vit eru heimurin og lagnan hjá hvørjum øðrum, og felagsskapurin er tann megin, sum ber okkum fram.

 

---

 

Lívið er tíbetur ikki bara ein røð av málum, sum vit skulu røkka.

 

Lívið er allar tær smáu løturnar – tær, sum einki ávíst endamál hava, og sum gera tilveruna ríka og gevandi. Lívið er felagsskapurin, familjan, børnini, vinarbondini og kærleikin.

 

Lívið er sólskinsdagarnir og øll tey smáu brosini, ið minna okkum á nøgdsemið í tí smáa. Lívið er regndagarnir og keðsemið, sum fær okkum at skapa tað, vit ikki vistu, at vit dugdu at skapa.

 

Tað er lætt at hugsa, at lívið bara snýr seg um at eydnast ella miseydnast – at vinna ella at tapa.

 

Tílík lívsáskoðan smalkar lívið, tí alt snýr seg ikki bara um at røkka tindinum. Tað snýr seg um at njóta ferðina, líkamikið hvagar vit fara, tí tað er á sjálvari ferðini, at vit vaksa og læra.

 

Alt tað, sum er ímillum at eydnast og miseydnast, mennir okkum mest.

 

---

 

Men meðan vit njóta ferðina og liva lívið í viðgongd og mótgongd, mugu vit minnast til, at sjálv ferðin krevur karmar.

 

Eitt lív í frælsi er grundarlagið undir okkara ferð, tí frælsið gevur okkum møguleikan at liva, droyma og velja okkara egnu leið, og frælsi er ikki bara rætturin at sleppa at ganga, men at vita, at eingin bindur tínar føtur. 

 

Søgan vísir okkum, at frælsi er eitt skiftandi fyribrigdi. Tey, sum einaferð vóru frí, kunnu brádliga gerst bundin aftur. Tað, ið tykist sjálvsagt í dag, kann uttan ávaring hvørva í morgin.

 

Frælsi er ikki bara at gera, sum okkum lystir, men at bera ábyrgdina av at verja tað, ið er okkum vunnið.

 

Lættast er at berjast fyri teimum, ið líkjast okkum, men veruliga stríðið liggur í at verja frælsið hjá teimum, sum eru øðrvísi enn vit. Frælsi má ikki vera ein avmarkaður rættur til nøkur fá, men ein grundleggjandi rættur til øll.

 

Stríðast vit bara fyri teimum, ið eru sum vit, skerja vit onkran annan, og tí mugu vit berjast fyri rættindunum hjá øllum – uttan mun til húðarlit, tjóðskaparligan uppruna, politiska áskoðan, trúgv, kynsligan samleika ella brek.

 

Frælsi er eisini persónligt og likamligt. Rætturin hjá kvinnum at ráða yvir egnum kroppi er eitt aldargamalt stríðsmál, sum aftur nú er átrokandi.

 

Tá ein kvinna ikki hevur ræði á egnum kroppi, hevur hon heldur ikki fult ræði á síni tilveru.

 

Tað snýr seg um virðing – fyri kvinnum sum heild og fyri hvørjari einstakari gentu, ið átti at vaksið upp við sannføringini um, at hon sjálv ræður yvir egnum kroppi og lívi.

 

---

 

Sum tjóð mugu vit altíð stremba eftir at gerast betri.

 

Strembanin eftir at gerast sjálvstøðug tjóð er ikki bara eitt politiskt mál, men ein tilvitan um, hvørji vit eru sum fólk.

 

Við treysti, samanhaldi og trúgv á egin evnir kunnu vit byggja einar frælsar og sjálvbjargnar Føroyar – fyri okkum og næstu ættarliðini.

 

Tí tað eru næstu ættarliðini, ið skulu bera Merkið inn í framtíðina og skapa ta tjóð, sum tað skal veittra yvir.

 

Summi stúra kanska fyri at ganga hesa leiðina, men vit ganga hana longu, og eg haldi ikki, at vit skulu óttast málið fyri framman, tí vit hava langt síðan víst í verki, hvør megi býr í okkum.

 

Tann megin bar okkum til samfelagið, vit eiga í dag, og í morgin kunnu vit røkka uppaftur longri.

 

Tí í morgin kemur løgtingið saman aftur, og eg ynski tingfólkum góða eydnu við arbeiðinum næstu tíðina. Mín vón er, at tey øll ansa væl eftir landi og fólki.

 

Eisini ynski eg býráðslimum og nýggja borgarstjóranum í høvuðsstaðnum hepna hond við tí verki, sum nú verður framt á Vaglinum.

 

Ein átrokandi uppgáva fyri framman hjá øllum politikarum er at gera tað lættari hjá ungfólki at búseta seg í Føroyum. Ov trupult er at seta búgv í okkara vakra landi, og tí mugu átøk fremjast, sum veruliga muna.

 

Hesi átøkini mugu ganga øllum á møti – familjum sum støkum – so Føroyar verða eitt land, har øll kenna seg vird og vælkomin.

 

Tí eins og friður og frælsi eru fortreytin fyri einum óttaleysum lívi, er tak yvir høvdið fortreytin fyri eini tilveru, har vit kunnu virka sjálvstøðugt og loyva okkum at droyma stórar dreymar – og gera teir til veruleika.

 

Við hesum orðum lýsi eg ólavsøkuna 2025 at vera setta!

 

Takk fyri – og góða ólavsøku!

 

Turið Arge Samuelsen