Elias: Eg verið verandi í THW Kiel

Við týskar miðlar staðfestir hoyvíkingurin, at einki skiftið kemur upp á tal

Fyrr í summar ljóðaði, at Elias Ellefsen á Skipagøtu fór at skifta frá THW Kiel til danska liðið, GOG, har systkinabarnið, Óli Mittún spælir.

 

Men nú slær Elias fast í týskum miðlum, at hann verður verandi í THW Kiel, har hann hevur sáttmála tvey ár aftrat.

 

Við miðilin, Handball-World sigur Elias: - Eg hugsi ikki um at skifta felag. Loksins eri eg við í einum kappingaruppstarti, har eg eri likamliga sera væl fyri. Tað havi eg næstan ikki kunnað sagt í eitt ár.

 

Sambært Sport Deutchland staðfestir Elias, at hann hevur fult fokus á THW Kiel.