Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin eru í holt við uppstartin til komandi kappingarárið.
Füchse Berlin hevur lagt fyri við at spæla tríggjar venjingardystir móti liðum úr lægri deildum í Týsklandi.
Tað serliga er, at Füchse Berlin hevur megnað at skjóta yvir 50 mál í hesum trimum venjingardystunum.
Úrslitini í teimum trimum venjingardystunum:
Füchse Berlin-TV Schiffdorf 53-23
Füchse Berlin-Plauer SV 52-15