Tosa við stjórnina um ríksrættarligu støðuna í heyst

Sambært ískoytispartinum til ólavsøkufrágreiðing løgmans, so fer landsstýrið í heyst at tosa við donsku stjórnina um ríkisrættarligu støðuna

Løgmaður skrivar, at samstarvið og samskiftið við danskar myndugleikar er gott, ikki minst á verju- og trygdarpolitiska økinum, har føroyskir myndugleikar fáa regluliga kunning um viðkomandi mál.

– Hóast samstarvið er gott, tykjast allir flokkar í Føroyum samdir um, at tørvur er á at dagføra viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Serliga við atliti til at fáa størri uttanríkispolitiskar heimildir, sigur hann. 

Løgmaður hevur í vár havt fundir við forfólkini í politisku flokkunum um ríkisrættarligu støðuna. Allir flokkar uttan Sambandsflokkurin hava boðað frá, at teir taka undir við at arbeiða víðari við eini skipan, sum gevur Føroyum uttanríkispolitiskar heimildir, og sum byggir á samstarv millum javn- bjóðis lond í einum felagsskapi. Á ríkis- og samstarvsráðsfundunum, sum vóru í Føroyum í juni, greiddi landsstýrið donsku stjórnini yvirskipað frá støðuni í Føroyum og semjuni millum flokkarnar. 

– Avrátt er, at samskiftið við danskar myndugleikar um hesi viðurskifti heldur fram í heyst, stendur í ískoytispartinum til ólavsøkufrágreiðing løgmans.