Myndir: Gwenael Akira Helmsdal Carré
Her er røðan, sum Elsa Berg, borgarstjóri, helt á Faroe Pride 27. juli 2025.
»Góðu tit øll, sum eru komin at fagna ymisleikanum saman við okkum.
Tað verður so ofta sagt, at vit eru øll ymisk. So ofta, at vit eftirhondini øll kunnu góðtaka tað sum ein veruleika.
Men sjálvt um vit øll dagliga keypa premissuna um, at vit øll eru ymisk, so eru tað ikki øll, sum kunnu góðtaka øll sløg av ymisleika. Tað vísir seg, at summi eru meira ymisk enn onnur.
Tað er lætt at SIGA, at vit taka undir við og góðtaka diversitet, men tá vit ikki VÍSA tað í verki og ikki eru inkluderandi mótvegis øllum, verður tað ikki annað enn tóm orð.
Amerikanski løgfrøðingurin Verna Myers, sum hevur arbeitt nógv við júst ymisleika og inklusión, segði eina ferð:
“Diversitetur er, tá tú er við í veitsluni. Inklusión er, tá tú verður biðin um at koma og dansa.”
Vit føroyingar kunnu gott finna útav at halda veitslur, men vit mugu duga nógv, nógv betur at dansa.
##med2##
##med3##
“Eg sá babba mussa jólamannin.”
Tað stóð so fittliga málað á toylakinum, sum vinmaður mín og eg høvdu málað, tá viðgerðin av hjúnabandslógini var í tinginum.
Eg minnist serstakliga væl kjakið, sum var tá, og hvussu trupult tað var at fáa broytingina í hjúnabandslógini ígjøgnum. Eg minnist eisini onnur kjak, til dømis um rættindini hjá sammøðrum. Hesi kjakini hava ikki verið serliga pen ella uppbyggjandi at hoyra, og man kann gerast heilt mótfallin av at hoyra, hvussu skjótt tann veruligi politiski substansurin í kjakinum hvørvur í sokallaðu “viðgerðini” av slíkum málum.
Pride er ein gleðisdagur. Hetta er dagurin, og nú vikan, har vit fagna ymisleikanum og kærleikanum. Men Pride er eisini ein dagur, har vit minnast aftur á tey stríð, sum eru tikin. Stríð, sum kunnu geva eina kenslu av ørkymlan. Tí tað er óskiljandi, at hesi tingini skuldu vera eitt stríð av fyrstan tíð.
Longu í 1989 varð uppskot lagt fyri Løgtingið um at broyta grein 266b, so hon eisini skuldi fevna um samkynd. Tá varð atkvøtt við at reisa seg upp, tá man atkvøddi fyri, og sum tann EINASTA í tinginum reisti Karin Kjølbro seg og atkvøddi fyri at geva samkyndum hesa lógarbroytingina.
Tað var enntá so, at hennara egnu partamenn togaðu í armarnar á henni og fingu hana niður aftur at sita, men hon var treisk og reisti seg aftur, hesa ferð hendur í favn og so stóð hon har sum ein einsamallur drangur í brimi og sum tann einasta, ið veruliga sá, at her var ein samfelagsbólkur, sum eisini átti pláss í grein 266b.
Í 2005 løgdu Finnur Helmsdal, sáli, og Annita á Fríðriksmørk aftur uppskot fyri tingið um at broyta 266b. Hesa ferð atkvøddu 12 fyri, men uppskotið fall. Árið eftir varð uppskotið aftur lagt fyri tingið, og tá varð tað samtykt við 17 atkvøðum fyri og 15 ímóti.
Við hesum viðurkendu almennu Føroyar endiliga, at tað finst ein annar seksualitetur enn bara tann, sum er millum mann og kvinnu. Tá viðurkendu almennu Føroyar, at samkynd eru til. Og tað eru bara 20 ár síðan.
Kampar eru vunnir, og tað ER blivið betri, síðan ta fyrstu Pride-gonguna fyri 20 árum síðan.
Nú verða samkynd pør, føroysk eins væl og útlendsk, vígd á ráðhúsinum, og sum borgarstjóri er tað mær altíð ein heiður og ein gleði at kunna víga hesi pørini og síggja kærleikan blóma.
##med4##
##med5##
Og sjálvt um tað man kennast sum ein stór avbjóðing hjá nógvum, so ER tað lættari at koma út sum samkyndur í dag, enn tað var fyri bara nøkrum fáum árum síðan.
Men kanska størsta broytingin sæst ikki í lógartekstum og í rættindum, men úti í sjálvum samfelagnum. Eina ferð spurdi ein tingmaður, hvar hesi samkyndu fólkini, sum øll snakkaðu um, vóru, tí hann sá tey so ikki. Í dag vita – og góðtaka – tey allarflestu, at tað ERU samkynd fólk til, eisini í Føroyum. Og vit síggja tey. Ikki minst ein dag sum í dag, har vit fagna ymisleikanum og kærleikanum, sum øll eiga rætt til.
MEN! Tá tað er sagt, so vita vit, at tað enn er langt eftir á mál. Rættiliga langt. Og stríðið ER enn tað sama, hóast tað kanska hevur flutt seg eitt sindur.
Tí har tað fyrr vóru samkynd, sum fingu nógv oman yvir seg, síggja vit nú, at tað serliga eru tvørkynd, sum standa fyri skotum. Samkynd verða nú ofta boðin við í veitsluna, um enn tey ikki altíð verða biðin um at koma út á dansigólvið. Men tvørkynd eru sjáldan við í veitsluni yvirhøvur. Tey verða ikki roknað sum ein partur av diversitetinum.
Nei, vit eru als ikki komin hartil, sum vit eiga at vera. Vit síggja enn, at fólk eru fyri mismuni, hildin uttanfyri ella tað, sum verri er. Og ofta sæst tað í tí smáa. Orð, sum verða søgd. Ting, sum ikki verða gjørd. Tað kann vera so lítið, at tey flestu av okkum ikki geva tí gætur, men fyri summi hevur tað stóra ávirkan.
Í 2022 gjørdi LGBT+ Føroyar eina spurnarkanning millum føroyskar LGBT+arar. Og tey tølini tala sítt greiða mál: 67% – tvey av hvørjum trimum – LGBT+arum verða happað í skúlanum vegna sína kynsligu sannføring ella sín kynsliga samleika. Í náttarlívinum er talið 47% og á sosialu miðlunum 37%.
26% – tað er fjórði hvør – hevur upplivað hatursbrotsverk.
Og haldið tykkum nú fast: 68% (sagt við áherðslu) hava hugsað um at taka lívið av sær, og 24% – HAVA roynt at tikið lívið av sær.
##med6##
Hetta eru døpur og ræðandi tøl, og hjá teimum tvørkyndu eru tey upp aftur daprari. 86% av tvørkyndum hava hugsað um at taka lívið av sær, og 49% hava roynt at taka lívið av sær. Sagt við øðrum orðum: Annar hvør tvørkyndur persónur í Føroyum hevur roynt at beina fyri sær sjálvum!
Hetta er ein greið og ein óhugnalig áminning til okkum øll.
Vit kunnu øll gera tað betri, og vit eiga øll at gera okkara, so vit fáa øll við upp at dansa og at kenna seg væl á dansigólvinum. Tí eingin eigur at vera bangin fyri at vera tann, sum man er!
Tað eigur ikki vera ein trupulleiki at vera ymisk. At vera øðrvísi. Hinvegin eigur tað at vera ein trupulleiki, at man verður tvingaður til at vera sum øll hini.
Tað kann vera tungt at vinna rættindi, men tað kann vera skjótt at missa tey. Tað síggja vit eisini úti í verðini í dag, har tað høgrarákið, sum hevur vunnið fram nógvastaðni seinastu árini, eisini gongur út yvir LGBT-rættindi.
Vit síggja tað í USA, har lógir verða broyttar við einum pennastroki, og vit síggja tað í Ungarn, har Pride nú er ólógligt.
Ikki minst tí hevur tað týdning at verja um tey rættindi, sum ERU vunnin, samstundis sum vit ikki gloyma, at stríðið ikki er av.
Eg vil senda eina serliga tøkk til LGBT+ Føroyar. Uttan tykkum vóru vit ikki komin so langt, sum vit hóast alt eru komin. Við tykkum hava LGBT+arar í Føroyum ein felagsskap, sum arbeiðir hart fyri at verja og vinna einum alt ov ofta forfjónaðum bólki av føroyingum rættindi, sum eiga at vera eins sjálvsøgd og tey eru hjá øllum øðrum.
Aftur í dag fæst sjón fyri søgn, at Pride er eitt risastórt tiltak, sum savnar fleiri túsund fólk. Tað er krevjandi at skipa fyri einum so stórum tiltaki, og eg vil eisini takka tykkum, sum skipa fyri, og sum gera Havnina so litfagra.
Ein meiriluti av Tórshavnar býráð hevur samtykt at økja stuðulin til LGBT+ Føroyar úr 50.000 upp í 100.000 krónur um árið. Tað gera vit, tí vit vita, at stríðið er neyðugt, og tí tað hevur týdning at vísa á, at tað enn verður framdur mismunur millum borgarar í okkara kommunu og okkara landi.
Tí eingin eigur at vera fyri mismuni fyri bara at vera tann man er.
Og kærleiki eigur ikki at vera goymdur burtur í einum skápi.
Hann eigur at kunna spretta og ferðast frítt millum okkum øll sum eitt vakurt tekin um, at her er pláss fyri øllum, og at her eru øll vælkomin í veitsluna.
Komið og fyllið dansigólvið við ymisleika og kærleika og latið okkum øll dansa saman og gera eina ógloymandi veitslu fyri øll.
Takk fyri«