Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at seta 25 prosent av tolli á vørur úr India.
Hetta skrivaði hann í dag á sínum sosiala miðli, Truth Social.
Her lýsir hann India sum "vin" USA, men hann sigur, at landið hevur "alt ov høgan" toll.
- Harumframt hava tey altíð keypt stóran partar av hernaðarútgerðini úr Russlandi og eru størsti keypari av orku hjá Russlandi - saman við Kina - í eini tíð, har øll vilja hava Russland at steðga drápunum í Ukraina, skrivar Trump.
Hann heldur fram:
- India fer tí at rinda ein toll uppá 25 prosent umframt revsing fyri alt omanfyristandandi, frá 1. august.
Tað var aftur í apríl, at Trump boðaði frá hækkaðum tolli fyri eitt stórt tal av londum og á ávísum økjum. Síðani hava verið samráðingar og óteljandi handilsfráboðanir frá forsetanum.
Trump vil flyta framleiðsluna til USA og broyta handilsviðurskiftini hjá landinum við nógv onnur lond.
/Ritzau/