HM: Føroyar nummar 29 í 4×100 blandað á HM 2025

Bjarta í Lágabø og Ísak Brisenfeldt hava eisini kappast í dag

Svimjing.com skrivar:

 

Mix-liðið hjá okkum (2006, SSF) megnaði í dag at svimja seg til úrslitið 4:12.80 og eina plasering sum nr 29 av 38 í 4×100 blandað, nú á HM 2025 í Singapore. Harvið rukku tey málsetningin hjá okkum til hesa stevnu, at klára kravið til stig 2 í Úrvalsskipan ÍSF, sum er topp-32 á HM, EM ella OL. Sí úrslitalistan her á omegatiming.com

 

Bjarta í Lágabø (2009, SuSvim) megnaði í dag at svimja seg til úrslitið 31.79 og eina plasering sum nr 53 av 63 í 50 rygg, nú á HM 2025 í Singapore. Besta tíð hjá henni nakrantíð, er 30.67 frá Reykjavík International Games í januar mánaða. Sí úrslitalistan her á omegatiming.com

 

Ísak D. Brisenfeldt (2006, HS) megnaði í dag at svimja seg til úrslitið 2:08.55 og eina plasering sum nr 41 av 47 í 200 blandað, nú á HM 2025 í Singapore. Besta tíð hjá honum nakrantíð, er 2:07.18 frá EM U23 í juni mánaða. Sí úrslitalistan her á omegatiming.com

 

Skrivar svimjing.com

 

##med2##

 

Ísak Brisenfeldt