83 ára gamli forsetin í Fílabeinsstrondini, Alassane Ouattara, hevur nú boðað frá, at hann stillar uppaftur til eitt fjórða forsetaskeið.
Hetta kunngjørdi hann í einari sjónvarpsrøðu, og forsetavalið í Fílabeinsstrondini verður í oktober.
Sambært tíðindastovuni NTB hevur tað vakt øsing, at forsetin hevur broytt grundlóg landsins, soleiðis at avmarkingin í forsetaembætinum er avtikin.
Lagt verður aftrat, at ein dómstólur hevur sýtt kendasta mótstøðumanninum hjá forsetanum, Tidjane Thiam, at stilla upp, tí hesin hevur dupultan ríkisborgaraskap.