Fifa-forsetin Gianni Infantino hevur lagt ætlanina um at selja ein part av kappingunum hjá Fifa til privatar íleggjarar á hillina eftir harða mótstøðu úr fótbóltsheiminum. (Savnsmynd: Reuters)

Infantino leggur umstrídda Fifa-ætlan á hillina

Altjóða Fótbóltssamgongan, Fifa, fer kortini ikki at selja ein part av rættindunum til sínar kappingar til privatar íleggjarar.

Fifa-forsetin Gianni Infantino hevur lagt ætlanina um at selja ein part av kappingunum hjá Fifa til privatar íleggjarar á hillina eftir harða mótstøðu úr fótbóltsheiminum. (Savnsmynd: Reuters)

Tað sigur Fifa-forsetin, Gianni Infantino, í einari fráboðan til Sky News í nátt.

 

– Eftir at hava lurtað væl eftir øllum sjónarmiðum er greitt, at ætlanin hevur skapt so stóra ósemju, at hon – uttan mun til, hvussu stórur stuðulin er – ikki longur tænir endamálinum, sum hon upprunaliga hevði, sigur Infantino.

 

– Endamálið hjá okkum hevur altíð verið – og fer altíð at vera – at savna og menna fótbóltin. Tí verður hetta uppskotið ikki framt, leggur hann aftrat.

 

Fifa kunngjørdi fyrr í vikuni ætlanina um at stovna eitt handilsligt felag, Fifa Forward Enterprise (FFE).

 

Ætlanin var, at privatir íleggjarar skuldu kunna keypa umleið 20 prosent av partabrøvunum í felagnum, sum varð mett at hava eitt virði á umleið 20 milliardir dollarar, svarandi til umleið 131 milliardir krónur. Fifa skuldi kortini framvegis eiga meirilutan.

 

Sambært Fifa skuldi nettoavlopið verða nýtt til at menna fótbólt kring heimin.

 

Men uppskotið møtti harðari mótstøðu.

 

Øll 55 limalondini í Evropeiska Fótbóltssambandinum, Uefa, hóttu við at boykotta allar kappingar hjá Fifa – eisini HM – um ætlanin varð framd.

 

Eisini CONCACAF og AFC, sum umboða tilsamans 81 limalond í Fifa, vóru sera atfinningarsom.

 

Mótstøðan kom eisini innan úr Fifa sjálvari. Fríggjadagin segði Carlos Cordeiro, høgur ráðgevi hjá Gianni Infantino, seg úr starvi sum mótmæli.

 

Seinni sama dag segði rakstrarstjórin í Fifa, Kevin Lamour, at starvsfólkini vóru "villleidd" av Infantino, og hann kallaði uppskotið "verkætlan hjá einum manni".

 

– Eg fari at savna allar partar aftur komandi dagarnar og vikurnar við tí felags endamáli at menna fótbóltin – serliga í teimum londum, sum hava størstan tørv á stuðli, sigur Gianni Infantino.

 

Fifa-forsetin Gianni Infantino hevur lagt ætlanina um at selja ein part av kappingunum hjá Fifa til privatar íleggjarar á hillina eftir harða mótstøðu úr fótbóltsheiminum. (Savnsmynd: Reuters)