Jens Arni hevur seinastu árini starvast sum undirvísari á Glasir. Hann hevur útbúgving sum cand.mag. í heimsspeki og søgu og hevur innlit í føroyska samfelagið, lokalsamfeløgini og teir samfelagsligu strukturarnar, sum mynda gerandisdagin hjá borgarunum.
- Vit eru fegin um at bjóða Jens Arna vælkomnan í starvið. Hann hevur viðkomandi útbúgving, arbeiðsroyndir og gott innlit í føroyska samfelagið. Vit eru sannførd um, at hann fer at verða ein týðandi liður í arbeiðnum at tryggja góða integratión og skapa góðar karmar fyri nýggjar borgarar í Suðuroy.
Tað siga kommunurnar í Suðuroy í felag.
- Integratiónssamskiparin skal millum annað arbeiða við at vegleiða og stuðla nýggjum borgarum, samskipa tiltøk og arbeiða tvørfakliga saman við kommunum, stovnum, felagsskapum og øðrum aktørum í nærumhvørvinum.
Lagt verður aftrat, at samstarvið um integratiónssamskiparan fevnir um Hvalbiar kommunu, Tvøroyrar kommunu, Fámjins kommunu, Hovs kommunu, Porkeris kommunu, Vágs kommunu og Sumbiar kommunu.











