Myndugleikarnir í Katar siga, at herurin í dag hevur forðað einari røð av nýggjum álopum úr Iran.
Tilsamans 13 iranskar rakettir og fýra iranskar dronur eru forðaðar í at taka málum í Katar.
Haraftrat endað ein iransk rakett á sjónum, siga myndugleikarnir í Katar.
Sambært almenna sjónvarpinum í Iran fremur iranski herurin í dag eisini álop á høvuðssætið hjá amerikansku herdeildunum í Erbil í Irak.










