Tað segði formaðurin í iranska parlamentinum og høvuðssamráðingarmaðurin, Mohammad Baqer Qalibaf, sambært iransku tíðindastovuni Irna í dag.
– Vit hava einki álit á orð og lyfti frá fíggindanum. Eina og aleina mátistokkin hjá okkum eru ítøkilig úrslit, áðrenn vit sjálvi uppfylla okkara skyldur, segði hann.
Qalibaf legði afturat, at Iran ikki fer at taka undir við nakrari avtalu, uttan so at rættindini hjá iranska fólkinum verða tryggjað.
Útmeldingin kemur mitt í samráðingunum millum Iran og USA um eina møguliga avtalu, sum skal minka um spenningin millum londini.
Fríggjadagin skrivaði amerikanski miðilin The New York Times, við støði í ónavngivnum embætisfólkum, at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur hert amerikonsku krøvini í einum nýggjum uppskoti til avtalu.
Hóast fleiri fráboðanir seinastu vikurnar um framstig í samráðingunum, er enn eingin endalig avtala komin upp á pláss.











