Iran: - Kríggið verður langdrigið

- Hetta kann gerast eitt langdrigið kríggj, sum fer at oyðileggja amerikanska búskapin og heimsbúskapin, sigur ráðgevi hjá iransku kollvelringarhirðuni

 

Iran kemur nú við einari ávaring og sigur, at heimurin skal fyrireika seg til ein oljuprís á 200 dollarar fyri fatið, og landið leggur aftrat, at Iran er til reiðar til eitt drúgt kríggj.

 

Henda útsøgn úr Iran kemur sama dag, sum trý skip aftrat eru álopin í Persaraflógvanum og Hormussundinum, eins og Iran eisini í dag hevur lopið á undirstøðukervið, sum er knýtt at olju og gassi í Golflondunum.

 

Í dag komu bæði iranska verjukommandi'in og kollveltingarhirðin í landinum við hóttanum um, at kríggið fer at vara leingi.

 

- Fíggindin eigur at meta um møguleikarnar fyri, at hetta verður eitt langdrigið kríggj, sum fer at oyðileggja amerikanska búskapin og heimsbúskapin.

 

Tað sigur Ali Fadavi, sum er ráðgevi hjá iransku kollveltingarhirðuni, við iranska kringvarpið.