Ítróttasamband Føroya skipar á hvørjum ári fyri tiltakinum - Ítróttafagnaðurin - sum hevur til endamáls at heiðra føroysk ítróttafólk, hjálparfólk, leiðarar, venjarar, eldsálir og onnur, sum virka í føroyska ítróttaheiminum.
- Íðkarar, serliga úrvalsíðkarar, hava dreymar um at standa ovast á tindunum. At røkka hesum krevur hart, miðvíst arbeiði, umframt nógv tíð, orka og stórt yvirskot. Á Ítróttafagnaðinum skulu finnast ítróttafólk ella úrvalsíðkarar til heiðurslønirnar ÍtróttaNAVNIÐ og ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ.
Soleiðis siga tey í Ítróttasambandi Føroya.
Víst verður á, at stóra arbeiðið, sum fer fram í ítróttafeløgunum og sambondunum, eisini skal virðismetast, og heiðurslønin ÍtróttaFELAGSSKAPURIN verður latin til ein virknan felagsskap, sum ger eitt gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði.
- Felagsítrótturin hevur øll við og skapar eina savningarmegi, sum hevur stóran týdning fyri alt samfelagið. Uttan øll tey mongu sjálvbodnu, sum brúka sína frítíð ólønt at arbeiða fyri ítróttin, hevði hetta als ikki borið til.
Tey sjálvbodnu hava stóran týdning, bæði fyri ítróttarfeløgini og fyri ítróttin yvirhøvur: Tað eru tey sjálvbodnu, sum leggja ómetaliga orku í arbeiðið, so ítróttarfeløgini kunnu virka.
* Ársins ÍtróttaVENJARI er ein persónur, sum skapar eitt ítróttaumhvørvið, ið rúmar bæði breidd og úrvali, har øll trívast saman, og har íðkararnar vilja gera sítt besta til venjing og til dystir/kappingar.
* Heiðurslønin ÍtróttaEldsálin er ein sjálvboðin venjari, liðleiðari, stevnuábyrgdari, nevndarlimur, samskipari ella onkur annar, ið við serligum innsatsi hevur viðvirkað til samanhaldið í sínum ítróttafelag seinasta árið.
* ÍtróttaSÓLSTRÁLAN er ein ungur persónur – 20 ár ella yngri – ið við sínum góða liði og felagsanda ger sítt íkast til, at hini á liðnum ella í felagnum føla seg vælkomnan, sæddan og sum ein umráðandi part av liðnum/felagnum.
Ítróttasamband Føroya vísir á, at eisini skal ein heilt serlig ÍtróttaLØTA veljast, og hana sleppur almeningurin at velja. Atkvøðast kann á SONA-appini - fyri og meðan tiltakið er.
Heiðursskjal Poul E. Petersen verður latið einari eldsál, sum í eitt mannaminni hevur tænt ítróttinum á serstakan hátt.
- Ítróttafagnaðurin verður leygarkvøldið hin 7. februar í Varpinum í Klaksvík, og KvF fer at senda beinleiðis í sjónvarpinum frá klokkan 20 hetta kvøldið.
Í Ítróttasambandi Føroya leggja tey aftrat, at atgongumerkir kunnu keypast á www.atgongumerki.fo










