- Nakað av sild var at síggja í íslendskum og føroyskum sjóøki – og so langt suður er eldra sildin annars ikki komin síðstu árini, siga tey á Havstovuni eftir felags sildakanningar norðanfyri

Jákup Sverri gjørt sildakanningar norðanfyri

- Hetta er ein kanning, ið er skipað sum altjóða felagskanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi, Bretlandi og Danmark

- Nakað av sild var at síggja í íslendskum og føroyskum sjóøki – og so langt suður er eldra sildin annars ikki komin síðstu árini, siga tey á Havstovuni eftir felags sildakanningar norðanfyri

Týsdagin hin 12. mai kom havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, aftur á Havnina av sildakanningum norðanfyri.

 

Hetta var eftir, at Jákup Sverri og íslendska havrannsóknarskipið, Þórunn Þórðardóttir, fylgdust út av Havnini við túrbyrjan hin 30. apríl.

 

- Nakað av sild var at síggja í íslendskum og føroyskum sjóøki – og so langt suður er eldra sildin annars ikki komin síðstu árini.

 

Á Havstovuni siga tey, at nakað av 5-ára gamlari sild (2021 árgangurin) sást – serliga eystast í kanningarøkinum.

 

- Men, umleið helvtin av sildini var úr 2016-árganginum, og størsta sildin stóð vestast í kanningarøkinum.

 

Í stuttari frásøgn um kanningartúrin sigur Havstovan, at svartkjaftur bara var at fáa við hellingarnar á Íslandrygginum, á landgrunninum og eystast í kanningarøkinum, har sjógvurin er heitari.

 

- Mesta av svartkjaftinum var 1 og 2 ára gamal, men eisini var nakað av 3-5 ára gomlum svartkjafti uppií.

 

Sagt verður, at hetta er ein kanning, ið er skipað sum altjóða felagskanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi, Bretlandi og Danmark.

 

- Endaligu úrslitini frá felagskanningunum verða tøk, tá tølini frá øllum luttakandi skipunum verða viðgjørd um miðjan juni.

 

Øll túrfrágreiðingina um sildakanningarnar kann lesast um heimasíðuna hjá Havstovuni - www.hav.fo

 

 

 

- Nakað av sild var at síggja í íslendskum og føroyskum sjóøki – og so langt suður er eldra sildin annars ikki komin síðstu árini, siga tey á Havstovuni eftir felags sildakanningar norðanfyri