Í einum nútímans samfelagi, har alsamt meira av okkara samskifti og tænastum fer fram talgilt, er tað ein grundleggjandi rættur, at allir borgarar hava somu atgongd til almennar upplýsingar og vitan. Tí, haldi eg at vit í Føroyum eiga at taka eitt stig fram á hesum økinum eiga at arbeiða miðvíst fyri, at allar almennar heimasíður fylgja WCAG-standardinum.
WCAG stendur fyri “Web Content Accessibility Guidelines” og er ein altjóða standardur, sum setur krøv til, hvussu heimasíður skulu gerast, so tær eru atkomuligar fyri øll.
Hetta snýr seg eitt nú um, at tekstur skal skal hava eina upplestrarfunktión og at heimasíður kunnu nýtast við tastaturi og hjálpartólum sum skermlesarum.
Men hetta er ikki bara ein teknisk spurningur – hetta er ein spurningur um demokrati og javnrættindi.
Vit liva í einum talgildum, demokratiskum samfelagi, har borgarar skulu kunna fylgja við í politiskum avgerðum, søkja um tænastur, kunnu fylgja við á portalunum osv og gera sína rødd galdandi. Um almennar heimasíður ikki eru atkomuligar, so lata vit í veruleikanum ein part av fólkinum uttanfyri. Tað er ikki haldbært í einum samfelagi, sum byggir á opinleika og javnrætt.
Tað eru fleiri bólkar, sum verða raktir, tá talgild atgongd ikki er tryggjað:
- Sjónveik og blind, sum eru treytað av skermlesarum og góðari struktur á heimasíðum.
- Orðblind, sum hava tørv á greiðum og einfaldum máli, góðum uppsetingum og møguleika fyri upplestri.
- Fólk við kognitivum avbjóðingum, sum hava tørv á einfaldari navigatión og greiðari framseting.
- Eldri borgarar, sum ofta hava torførari við at nýta fløktar talgildar loysnir.
- Fólk við kropsligum breki, sum ikki kunnu nýta mús, men eru bundin at tastaturi ella serligum hjálpartólum.
Tá vit tryggja atgongd fyri hesar bólkar, gera vit samstundis tænasturnar betri fyri øll. Ein greið, lættlesilig og væl skipað heimasíða er ein fyrimunur fyri allar borgarar.
Tí er tað mín greiða sannføring, at vit eiga at seta krøv um, at allar almennar føroyskar heimasíður fylgja WCAG-standardinum. Hetta eigur at verða ein natúrligur partur av allari almennari talgildari menning.
Vit eiga eisini at tryggja:
- At nýggjar skipanir verða mentar við atkomu sum grundarlag.
- At verandi heimasíður verða dagførdar stig fyri stig.
- At starvsfólk í almennum stovnum fáa neyðuga vitan um talgilda atkomu.
- At eftirlit er við, at krøvini verða hildin.
At arbeiða fyri talgildari atkomu er at arbeiða fyri einum meira rættvísum samfelagi. Tað snýr seg ikki bara um tøkni – tað snýr seg um virðing fyri menniskjum.
Um vit veruliga vilja hava eitt opið og inkluderandi demokrati, so mugu vit tryggja, at øll kunnu lesa, skilja og taka lut. Tí eiga vit at stremba eftir, at allar almennar heimasíður í Føroyum verða lesibærar og atkomuligar fyri øll.
Annika Olsen, valevni fyri Tjóðveldi












