Javni: Áheitan til komandi samgongu

Nú nýggj samgonga skal skipast, heita vit á tykkum, ið samráðast, um at hava okkara limir í huga

Fólk við menniningartarni og teirra familjur eru ein bólkur, sum hvønn dag stríðast fyri tí, ið onnur taka fyri givið. Ein bólkur, sum ferð eftir ferð verður skúgvaður til viks fyri at finna sparingar á einum longu yvirspardum øki.


Talan er um menniskju, sum alt oftari upplivir, at hurðarnar til vælferðartænasturnar verða latnar aftur fyri teimum, og at tær bara gloppa fyri nøkrum heilt fáum – ikki sum ein sjálvsagdur rættur, men av vælvild frá einstøkum starvsfólkum. Sjálvandi eru tænastur og stovnar, sum rigga. Trupulleikin er tó, at tað, sum riggar, svinnur burtur orsakað av sparingum, lógarbroytingum og vaksandi trýsti uttan neyðuga fígging og orku.

 

Góða komandi samgonga: hugsa um henda bólk og tryggja, at tey, ið bera brek fáa:

 

Langtíðarætlanir til økið 

 

So vit altíð tryggja, at eingin verður gloymdur ella dettur niður ímillum skipanir og sparingar.

 

Bústað

 

Hóast nógvar byggiverkætlanir eru framdar, hevur tað ikki ført við sær nógv nýggj búpláss. Verkætlanirnar eru nevniliga í sera stóran mun dagføringar av verandi stovnum og bústovnum, og tað er grundin til, at bíðilistin til bústaðir til tey, ið hava menniningartarn, minkar sera spakuliga. 

 

Arbeiði við veruligum møguleikum

 

Borgarar við menniningartarni hava nógv at geva arbeiðsmarknaðinum, men tørva hjálp og stuðul. Tað eru nógvar fyritøkur, sum ynskja at fáa fólk til arbeiðis, men hava ikki heilt orkuna og vitanina at fáa skipað ein arbeiðsdag. Tá vardu verkstøðini eisini eru full, muga vit alt fyri eitt seta meira í verk fyri at fáa fleiri av okkara dugnaligu fólkum út á arbeiðsmarknaðin. 

 

Styrkt rættartrygd og sjálvsavgerðarrætt

 

Tað hendir í heilum, at okkara limir ikki hava somu rættartrygd og sjálvsavgerðarrætt, miillum annað orsakað av fyrisitingarligum ávum.

 

Rætt til sjálvsstøðugt og virðiligt lív

 

Tað verður sagt, at eitt land eigur at verða mett eftir, hvussu tey hava tað, sum hava størstan tørv á hjálp. Skulu vit líta at okkara landi við stoltleika, er enn tørvur á ábøtum.

 

Tað er umráðandi, at øll hava rætt til eitt virðiligt og sjálvstøðugt lív, tí frælsi, javnrættur og menniskjavirði eru galdandi fyri øll.

 

Seinast

 

Fara vit at biðja tykkum um eisini at taka atlit til familju og avvarðandi. Uttan innlit í avgerðir, uttan hoyringar og uttan kærumøguleikar er torført at vera í eini skipan, tí tá upplivir familjan, at grundarlagið fyri at fáa ein samanhangandi gerandisdag verður togað undan tær upp í saman. 

 

 

 

 

 

Vinarliga


Helena Jørmundsson

 

Forkvinna í Javna