Jenis er millum drúgvastu floksforfólkini

73 ára gamli Jenis av Rana telist millum tey forfólkini í føroyskum politikki, ið søguliga hava røkt sessin longst.

Valurslit.fo skrivar: Herfyri takkaði Jenis av Rana fyri seg sum formaður í Miðflokkinum eftir 28 ár í sessinum. Jenis av Rana gjørdist formaður í Miðflokkunum í 1998.

 

Petur Mohr Dam tann drúgvasti

 

Petur Mohr Dam, sum var formaður í Javnaðarflokkinum, er framvegis tað forfólkið, ið hevur sitið longst. Hann tók við sum formaður í 1933, og sat í samfull 35 ár til hann andaðist í 1968. Honum á baki kemur Hákun Djurhuus, sum var formaður í Fólkaflokkinum í 29 ár, frá 1951 til 1980.

 

Erlendur Patursson sat eins – og Jenis av Rana – sum formaður í Tjóðveldisflokkinum í 28 ár tilsamans. Hann var formaður í tingbólkinum - og roknaður sum politiskur formaður frá 1954 til 1966, tá ið hann fall á løgtingsvalinum, og aftur frá 1970 til 1986, tá ið hann andaðist.

 

Aksel og Bárður sitið longst

 

Seinastu árini hava fleiri flokkar skift forfólk. Ruth Vang tók yvir frá Poul Michelsen í Framsókn í 2020, Beinir Johannesen frá Christiani Andreasen í Fólkaflokkinum í 2022, Sirið Stenberg frá Høgna Hoydal í Tjóðveldi í 2024 og nú Steffan Klein Poulsen frá Jenisi av Rana í Miðflokkinunum í 2026.

 

Aksel V. Johannesen og Bárður á Steig Nielsen eru í løtuni tey floksforfólkini, sum hava sitið longst. Aksel V. Johannesen gjørdist formaður í Javnaðarflokkinum í 2011, meðan Bárður á Steig Nielsen gjørdist formaður í Sambandsflokkinum í 2015.

 

Fakta: Floksforfólk, ið hava sitið longst

 

  • Petur Mohr Dam: 35 ár (1933-1968)
  • Hákun Djurhuus: 29 ár(1951-1980)
  • Erlendur Patursson: 28 ár (1954-1966 og 1970-1986)
  • Jenis av Rana: 28 ár (1998-2026)
  • Høgni Hoydal: 24 ár (2000-2024)
  • Atli P. Dam: 21 ár (1972-1993)

 

---

 

Vit kunnu so skoyta uppí formanstíðina hjá Jóannes Patursson í Sjálvstýrisflokkinum, og hjá Andras Samuelsen og Johan Poulansen í Sambandsflokkinum:

 

  • Jóannes Patursson: 27 ár 1909-1936
  • Andras Samuelsen 24 ár (1924-1948)
  • Johan Poulsen 22 ár (1948-1970)