Fyrr í dag vóru tríggir dystir leiktir í Meistaradeildini hjá kvinnum.
Á ovara vølli í Gundadali sá út til, at verandi meistararnir, KÍ fóru avstað við einum 2-1 sigri. Men fimm minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat javnaði Rúna Jacobsen fyri heimaliðið, so HB og KÍ eru jøvn í stigum í oddinum.
Bæði Víkingur og Skála ÍF vunnu 3-0 sigrar á heimavølli. Tað gekk útyvir ávikavist 07 Vestur og B36.
HB-KÍ 2-2 (1-0)
1-0 Brá Zakariasardóttir (2.)
1-1 Eyðvør Klakstein (63.)
1-2 Tóra Mohr (77.)
2-2 Rúna Jacobsen (90.+)
Víkingur-07 Vestur 3-0 (0-0)
1-0 Hjørdis Rasmusdóttir (69.)
2-0 Eydna Olsen Dalheim (90.+)
3-0 Eydna Olsen Dalheim (90.+)
Skála ÍF-B36 3-0 (1-0)
1-0 Birna Mikkelsen (31.)
2-0 Sunnvá Fagradal (62.)
3-0 Sunnvá Fagradal (65.)
Kelda: dystir.fo
KÍ og B36 hava 13 stig hvør. Víkingur og NSÍ hava níggju stig hvør. Skála ÍF hevur seks stig, B36 hevur trý stig, meðan 07 Vestur einki stig hevur.











