Andrij Jermak, sum er stápsleiðari hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, hevur tosað við amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio, í dag.
Teir báðir hava umrøtt diplomatisk tiltøk fyri at fáa ein enda á krígnum millum Russland og Ukraina, skrivar stápsleiðarin á Telegram.
- Fyri Ukraina er raðfestingin ein rættvísur og varandi friður, og ein treytaleys vápnahvíld er avgerandi fyri meiningsfullum samráðingum, sigur Andrij Jermak.
Vit kunnu leggja aftrat, at ein stápsleiðari hevur ábyrgdina av dagliga virkseminum á forsetaskrivstovuni, og hann skal eisini veita strategiska ráðgeving.