Tað hevur familkan boðað Ritzau frá.
Læknin, sálarfrøðingurin og sjónvarpspersónurin Peter Lund Madsen - fólkakendur sum Hjerne-Madsen - er deyður, 65 ára gamal.
Peter Lund Madsen var á veg á súkklu úr Havnsø til Keypmannahavnar, tá hann eftir øllum at døma kendi seg illa fyri.
Fólk, ið komu framvið, funnu hann við vegjaðaran og boðaðu løgregluni frá. Hann varð flogin til Rigshospitalet, men var deyður, tá hann kom vegin fram.
Familjan - sum fevnir um journalistin og yngra beiggjan Anders Lund Madsen - er í djúpari sorg og biður pressuna um at vísa umhugsni og ikki at seta seg í samband við syrgjandi og avvarðandi komandi vikurnar.
Peter Lund Madsen spesialiseraði seg sum lækni í heilanum og fekk millum annað doktaraheitið fyri sínar kanningar av blóðrenslinum í heilanum og broytingum á ymsum tilvitanarstigum.
Hann gjørdist vertur í sjónvarpssendingini "Hjerne-Madsen" í 1998 og gjørdist kendur fyri síni evni at miðla ofta torfør vísindalig evni á ein lættskiljandi og undirhaldandi hátt.
Hann hevur síðani eisini gjørt bæði útvarp og sjónleik um vísindalig evni, ofta saman við beiggja sínum.
Nú hann doyði, var hann vertur í útvarpssendingini "Hjernekassen" á P1, sum seinast varð send týsdagin í síðstu viku.
/Ritzau/