Jóannes Purkhús vart doktararitgerð í gudfrøði

Í stuttum greinar doktararitgerðin, hvussu orð og myndamál, sum hava sín uppruna í trælahaldinum, verða nýtt tilvitað í brøvum Paulusar og í gudfrøðiligu próvførslu hansara.

 

Tann 22. juli 2026 – hevur Jóannes Purkhús, sóknarprestur í Norðoya eystara prestagjaldi, vart doktararitgerð (Dr. theol.) í Nýggja Testamenti á gudfrøðiligu deildini við Universität Münster.

Verjan gekk væl, og vardi hon í umleið tveir tímar, skrivar folkakirkjan.fo.

Vegleiðari hjá Jóannesi hevur verið Eve-Marie Becker, professari í Nýggja Testamenti við Universität Münster.

 

Heitið á ritgerðini er: Doulos in and around Paul. A Semantic Analysis of Paul’s Slavery Language in its Contexts.


Fyrsti limur í metingarnevndini var Eve-Marie Becker, professari í Nýggja Testamenti við Universität Münster.

 

Annar limur í metingarnevndini Lutz Doering, professari í Nýggja Testamenti við Universität Münster

 

Hartil vóru limir frá øðrum gudfrøðiligum greinum eisini í nevndini.


Stutt um ritgerðina

 

Í stuttum greinar doktararitgerðin, hvussu orð og myndamál, sum hava sín uppruna í trælahaldinum, verða nýtt tilvitað í brøvum Paulusar og í gudfrøðiligu próvførslu hansara.

 

Í ritgerðini verður víst á, at Paulus nýtir trælamálburð á ein bæði nýskapandi og fjølbroyttan hátt, ið er lagaður eftir ítøkiligu støðuni í einstøku brøvunum. Á tann hátt ger Paulus seg galdandi sum brævahøvundur.

 

Víst verður á, at Paulus, tá ið hann viðger og grundar yvir torgreidd gudfrøðilig viðurskifti, mangan nýtir málburð, ið hevur støði í trælahaldinum, fyri at lýsa síni sjónarmið.

 

Ritgerðin greinar, hví hetta er so, og hvønn leiklut trælasemantikkurin spælir í brøvunum hjá Paulusi.

 

Harumframt greinar ritgerðin, hvussu trælasemantikkurin hjá Paulusi líkist og samstundis er øðrvísi enn tann hjá øðrum høvundum frá griksk-rómverskari tíð, bæði kristnum og ikki-kristnum høvundum. Tískil verður próvført fyri, at Paulus kemur við einum sjálvstøðugum íkasti, tá ið talan er um trælasemantikk.