- Haldi, at eg slapp fyrstu fer sjálv til Havnar á ólavsøku saman við systkinabarninum, tá eg var 14 ella 15 ára gomul, men eg skuldi út aftur til Nólsoyar við Rituni klokkan 22

Sleppur sjáldan meira enn annan dagin á ólavsøku

- Tá míni børn vóru smá, var tað so hugnaligt at ganga oman og niðan eftir Áarvegnum. Her vóru so nógv ymisk støð og básar. Nú er tað, sum um alt er kroyst saman, sigur Anna Elisa Berg 

- Haldi, at eg slapp fyrstu fer sjálv til Havnar á ólavsøku saman við systkinabarninum, tá eg var 14 ella 15 ára gomul, men eg skuldi út aftur til Nólsoyar við Rituni klokkan 22

Fert tú á ólavsøku í ár? 

- Eg arbeiði 28. juli, men um veðurgudarnir eru við okkum, fari eg vætandi ein túr á ólavsøku hin 29. juli.

Tað sigur Anna Elisa Berg.

Hon vísir á, at hon í nógv ár hevur verið á ólavsøku – í hvussu er annan dagin. 

- Eg havi altíð arbeitt skiftivaktir, so um eg ikki havi havt feriu á ólavsøku – ja, so havi eg arbeitt annan dagin.

Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini?   

- Tað besta er heilt víst at møta fólki og práta við vinir og kenningar, sum tú ikki møtir dagliga. 

Anna Elisa heldur tað eisini vera stuttligt at síggja so nógv fólk í tjóðbúnanum. 

- Eg haldi, at fólk eru so kreativ. Tað eru so nógvir flottir búnar, sum eru øðrvísi enn tann traditionelli búnin. Hvør traditionelli búnin er, kann nokk diskuterast, og hetta verður eisini dúgliga gjørt á hvørjum ári.

Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni? 

- Veit ikki, um eg sakni nakað. Har er nokk at fara til, um tú hevur hug. 

Anna Elisa heldur tó, at fyrr, tá hennara børn vóru smá, var tað so hugnaligt at ganga oman og niðan eftir Áarvegnum. 

- Her vóru so nógv ymisk støð og básar, har tú kundi keypa ballónir, candifloss og ymiskt annað. Nú er tað, sum um alt er kroyst saman í ein ellubita mitt í býnum. 

Hon heldur, at tað virkaði meira rúmligt í Havnargøtum tá.

 

##med2##

Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar? 

- Nei, tað haldi eg ikki. Men, eg minnist, at eg sum smágenta saman við mammu míni hvørt summar var og ferðaðist hjá ommu og abba í Nólsoy.

Hon sigur, at hetta var tað besta við summarinum - líka til hon gjørdist tannáringur. 

- Tá var tað ikki líka stuttligt meira, tí tá vildi eg sleppa á ólavsøku. Haldi, at eg slapp fyrstu fer sjálv til Havnar saman við systkinabarninum, tá eg var 14 ella 15 ára gomul, men eg skuldi út aftur til Nólsoyar við Rituni klokkan 22. Tað helt eg var minni stuttligt, men útaftur fór eg, sigur Anna Elisa Berg brosandi.

 

- Haldi, at eg slapp fyrstu fer sjálv til Havnar á ólavsøku saman við systkinabarninum, tá eg var 14 ella 15 ára gomul, men eg skuldi út aftur til Nólsoyar við Rituni klokkan 22