Jú! Rætt er roknað!

Fólkafloksumboðið vísti í sjónvarpinum í kvøld vísti á, at úrokningarnar hjá Kim Hansen og teimum vóru skeivar. Rætt skal vera rætt. Eg havi ikki roknað nakað, tað er Hans Ellefsen PhD í búskarparfrøði og granskari, ið hevur roknað. Framferðarhátturin er viðurkendur og nógv brúktur, so rætt er roknað. 

 

Tað, ið Hans Ellefsen hevur gjørt er, at rokna tilfeingisrentuna (eisini kalla yvirnormalur vinningur) yvir nøkur ár. Greiningin vísur, at tilfeingisrentan er í miðal 8% av BTÚ, harav 6% í miðal ikki eru tiknar inn í tíðarskeiðnum til eigaran, ið er Føroya fólk. Í 2023 svaraði hetta til uml. 2 milliardir krónur. Greinin vísur eisini, at uppboðssøla er rætti hátturin at fáa rætta tilfeingisgjaldið inn til eigaran. Hetta seinna vil Fólkaflokkurin tó heldur ikki vita av. 

Talan er heldur ikki um tær einastu útrokningarnar, ið eru gjørdar á hesum økinum. Høvuðsritgerðir eru eisini skrivaðar um evnið, og hesar vísa tað sama. Tit í Fólkaflokkinum seta tykkum bara í samband við meg, eg skal beina tykkum víðari. 

 

Og gott í tykkum og stóra takk fyri, at tit nú umsíður greiddu Føroya fólki frá, at tað var skeivt, tá tit valdu at forskatta pensjónirnar.

 

Fyri teg, meg og Føroyar

 

Vel Kim Hansen

Vel Tjóðveldi