KA Akureyri er trý stig frá ovara endaspælinum

Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í KA vunnu á heimavølli í kvøld

Savnsmynd

Fyrr í kvøld tóku Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í KA Akureyri móti ÍBV í dysti í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Jóan Símun var tikin av vøllinum í 83. minutti. Tveir minuttir seinni skoraði Dagur Ingi Valsson sigursmálið til 1-0 til KA.

 

KA hevði bóltin meira, og teir høvdu væl fleiri málmøguleikar enn ÍBV, og tí var talan um ein uppibornan sigur. Sambært Morgunblaðnum hevði Jóan Símun ein sera góðan málmøguleika, ið hann stútaði beint uppum tvørstongina. 

 

KA er nummar sjey í deildini við 22 stigum fyri 18 dystir. KA er trý stig frá sætta plássinum, ið gevur atgongd til ovara endaspælið aftaná lokið grundspæl. 

 

Komandi sunnukvøld klokkan 18 spælir KA dyst á útivølli í Mosfellsbær móti Afturelding. 

 

Savnsmynd