Ársins fyrsta veljarakanning frá granskingarstovninum Voxmeter, sum varð almannakunngjørd í Danmark í dag, gevur reyða veigi júst 50 prosent av atkvøðunum.
Javnaðarflokkurin fær tó ikki stórvegis ágóða av øktu undirtøkuni til veingin.
Flokkurin stendur til at fáa 19,8 prosent av atkvøðunum, um fólkatingsval var nú. Hetta er langt frá úrslitinum á 27,5 prosentum, sum Javnaðarflokkurin fekk á fólkatingsvalinum í 2022.
SF er næststørsti flokkur í reyða veingi við 14,9 prosentum undirtøku.
Tað er ein hagtalslig óvissa á 3,1 prosentstig í kanningini fyri reyða blokkin.
/Ritzau/











