Amerikanski forsetin, Donald Tump, sigur í dag, at hann ikki er vísur í, um russiski forsetin, Vladimir Putin, ynskir eina friðaravtalu.
Hetta sigur forsetin í einari samrøðu við Fox News í dag, og her sipar hann sjálvsagt til russiska álopskríggið á Ukraina.
- Vit fara tær næstu vikurnar at finna út av, um Putin-forseti ynskir eina avtalu um frið, sigur amerikanski forsetin.
Í samrøðu við Fox News sigur Donald Trump eisini, at tað ikki er aktuelt at senda amerikansk herfólk til Ukraina sum partur av einari møguligari friðaravtalu.