Karla Dahl fekk Kongens fortjenstmedalju

Mikudagin vórðu fýra kvinnur heiðraðar fyri drúgva og trúgva tænastu hjá barnatannrøktini hjá Tórshavnar kommunu.

Longu í fjørheyst varð Karla Dahl heiðrað fyri at hava verið 40 ár í starvi á tannlæknastovuni, og mikudagin handaði Elsa Berg, borgarstjóri, henni Kongens fortjenstmedalje úr silvuri, sum verður latin fyri 40 ára starvstíð á sama almenna arbeiðsplássi.

 

Brynhild Zachariassen og Maria Simonsen vórðu heiðraðar fyri at hava havt 30 ára starvsdag, og Elspa Samuelsen varð heiðrað fyri at hava havt 25 ára starvsdag.

 

##med2##

##med3##

##med4##