Kom á várkvøldsetu á Kambsdali 12. mars kl.19

Á Grækarismessu, hóskvøldið 12. mars kl. 19, bjóðar Miðnám á Kambsdali til árligu várkvøldsetuna.

Tíðindaskriv frá Miðnám á Kambsdali:

 

Okkara dugnaligu næmingar borðreiða aftur í ár við einari fjølbroyttari og spennandi skrá. Øll – foreldur, avvarðandi, systkin, vinfólk og onnur – eru hjartaliga vælkomin.

Várkvøldsetan er eitt afturvendandi tiltak á Kambsdali. Í ár verður nógv at síggja og hoyra. M.a. næmingafilmar, tónleikaframførslur, m.a. bólkurin Icebreakers á serbreytini, Føroya størsta skúlakór, ferðafrásøgn hjá týskflokkinum og listaframsýning við verkum úr ymiskum flokkum.

Valfepurin er hækkandi í hesum døgum, og á kvøldsetuni fer okkara egni valviðmerkjari, Jóannes Hansen, at taka fepurin og hugleiða um val og fólkaræði.

Alt kvøldið verður sjálvandi møguleiki at tosa við lestrarvegleiðara um ivamál í samband við umsóknir til miðnám. Freistin er sunnudagin 15. mars.

Í steðginum er ókeypis drekkamuður í miðhøllini, har møguleiki verður at hitta næmingar og lærarar, práta saman og hyggja nærri at verkunum, sum eru gjørd í samband við kvøldsetuna.

Vit gleða okkum at bjóða tykkum øllum hjartaliga vælkomin til eitt lívligt, spennandi og hugnaligt grækarismessukvøld á Kambsdali.

 

##med2##

 

##med3##