Kringsýnismyndirnar eru tøkar á Kortalinum, kortal.fo, undir teiginum Kringsýnismyndir í høgra bredda.
Umhvørvisstovan skrivar, at endamálið við kringsýnismyndum er at supplera tey fløtu tvey dimensionellu kortini, ið longu liggja á kortal.fo.
Myndirnar eru hentar bæði í arbeiðshøpi og til privat brúk, at geva eitt skrámyndayvirlit av økjum úr erva.
Kringsýnismyndir eru gjørdar í flestu pørtum av landinum og verða dagførdar so líðandi.
Til ber at síggja allar kringsýnismyndirnar á kortal.fo.
##med2##











