Kristin hevur ikki tikið støðu til uppstilling

- Eg havi fingið fleiri áheitanir, men enn er støða ikki tikin, sigur Kristin Michelsen

- Eg havi fingið fyrispurningar um uppstilling. So, vit fáa at síggja, hvussu verður, sigur Kristin Michelsen

Eftir at hava umboðað Javnaðarflokkin á tingi, stillaði Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, upp fyri Sjálvstýri á løgtingsvalinum í 2019.

 

Tá varð hann valdur á ting við 298 atkvøðum, og á øðrum plássi hjá Sjálvstýrinum hetta valið var Jógvan Skorheim við 229 atkvøðum.

 

Men, á løgtingsvalinum í 2022, tá Kristin stillaði uppaftur fyri Sjálvstýri, gekk ikki so væl. Sjálvur fekk Kristin 258 atkvøður, men flokkurin fekk einki umboð á ting.

 

Á sama løgtingsvali gjørdist Sámal Petur í Grund toppskorari í Sjálvstýrinum við 264 atkvøðum - ella seks atkvøðum fleiri enn Kristin Michelsen.

 

Í dag hava vit spurt Kristin Michelsen, um hann er til reiðar at stilla uppaftur á løgtingsvalinum, sum verður hin 26. mars.

 

 - Tað havi eg ikki tikið støðu til enn, men eg havi fingið fyrispurningar um uppstilling. So, vit fáa at síggja, hvussu verður, tá tíðin nærkast, sigur hann.

 

Spurdur, um hann framvegis er limur í Sjálvstýrinum, sigur hann, at tað er hann, men so leggur hann skemtandi aftrat.

 

- Eg eri limur í Sjálvstýrinum - og hvílandi limur í Javnaðarflokkinum, sigur hann brosandi.

 

Hvat liggur í hesum, vita vit ikki, men helst varð hetta bara sagt í reinum skemti av Kristini, sum vit høvdu í telefonin í stuttum prát fyri løtu síðan.

 

Í øllum førum er greitt, at Kristin Michelsen enn ikki hevur tikið støðu, hvørt hann fer at stilla uppaftur á løgtingsvalinum, sum stundar til.

 

 

 

- Eg havi fingið fyrispurningar um uppstilling. So, vit fáa at síggja, hvussu verður, sigur Kristin Michelsen