Iranska kollveltingarhirðin hevur í nátt framt loftálop mót amerikanskum herstøðum í Kuwait og Bahrain.
Iransku álopini koma eftir, at USA um dagarnar hevur framt nýggj álop á Iran, hóast vápnahvíldaravtala var komin í lag.
Sagt verður úr Miðeystri í morgun, at Kuwait sunnumorgunin er álopið við rakettum og dronum.
Iranska kollveitingarhirðin sigur, at nýggju iransku álopini eru svar upp á seinastu amerikansku álopini á Iran.
- Brot á vápnahvíldaravtaluna er í stríð við Islamabad-avtaluna, og hetta fer at føra til fullkomnan steðg í diplomatisku tilgongdini.
Hetta sigur iranska kollveltingarhirðin sambært Press TV í nátt.
##med2##











