Kvinnurnar taptu stórt í seinasta dystinum

Tað gjørdist talan um ein sigur og tvey tap hjá kvinnulandsliðnum í kurvabólti

Mynd: Kurvabóltssamband Føroya

Føroyska kvinnulandsliðið í kurvabólti leikti seinnapartin seinasta dystin á kurvabólts-oyggjaleikunum í Ynys Mon. Mótstøðulið var Oyggin Man.

 

Føroysku kvinnurnar taptu stórt 19-71. Í hálvleikinum var støðan 11-39.

 

Føroyar vunnu 55-22 á Norður-Wales, og taptu 29-65 fyri Ynys Mon. Føroyar endaðu nummar trý av teimum fýra liðunum í kappingini, og fáa harvið bronsuheiðursmerki. 

 

Um tvey ár er kurvabóltur á skránni á oyggjaleikunum í Føroyum. Hesaferð var ikki pláss fyri kurvabóltinum á oyggjaleikunum í Orknoyggjum. 

 

Mynd: Kurvabóltssamband Føroya