Føroyska U18-kvinnulandsliðið í sandflogbólti, ið Marjun á Mýrini og Hanna Elisabet Skylv Thomassen manna vann dystin um fimta plássið í CEV-SCA undankappingini í Andorra.
Tað gjørdist ein talan um ein trísettara móti Conway og Sivri, ið Marjun og Hanna Elisabet vunnu 2-1 eftir at hava verið aftanfyri 0-1 í settum.
Settmunurin var 20-22, 21-15 og 15-6.
Sostatt gjørdust Marjun og Hanna Elisabet nummar fimm av sjey liðum í kappingini.