Landsstýrið hevur ikki slept ætlanini um at fáa Føroyar upptiknar sum sjálvstøðugan lim í Altjóða Olympisku Nevndini, IOC.
Í frágreiðingini verður staðfest, at arbeiðið heldur fram í tøttum samstarvi við Ítróttasamband Føroya, sum hevur sett ein samskipara at arbeiða við málinum.
Samstundis verður eisini samstarvað við donsku stjórnina. Í frágreiðingini verður víst á, at danska stjórnin í sínum samgonguskjali hevur boðað frá, at hon vil virka fyri føroyskum limaskapi í IOC.
Ein føroyskur IOC-limaskapur hevði givið Føroyum møguleika at luttaka sum sjálvstøðug í olympiskum leikum, á sama hátt sum Føroyar í dag luttaka sjálvstøðugar í fleiri altjóða ítróttargreinum.
IOC-limaskapurin er samstundis partur av einari breiðari uttanríkispolitiskari ætlan hjá landsstýrinum. Umframt IOC verður arbeitt fyri limaskapi í altjóða fiskiveiðifelagsskapunum NAFO og NEAFC og fyri størri føroyskum uttanríkispolitiskum heimildum.











