Leo pávi sendi í dag greið boð til tey vald, sum standa aftanfyri ágangandi stríðini kring heimin.
Av Pæturstorginum í Róm prædikaði pávin í sambandi við pálmasunnudag, skrivar tíðindastovan Reuters.
– Hetta er okkara Gud: Jesus, friðarkongurin, sum vrakar kríggj og sum eingin kann brúka til at rættvísgera kríggj.
– Jesus lurtar ikki eftir bønum hjá teimum, sum føra kríggj, men vrakar tær og sigur: Sjálvt um tit senda nógvar bønir, vil eg ikki lurta: hendur tykkara eru fullar av blóði, segði Leo pávi.
Leo pávi nevndi ikki nøkur nøvn, men seinastu vikurnar hevur hann fleiri ferðir funnist at krígnum í Iran og hevur kravt vápnahvíld.
Kríggið, sum Ísrael og USA byrjaðu, hevur breitt seg til stórar partar av Miðeystri. Meðan londini bæði hava lopið á Iran, og Ísrael hevur lopið á Hizbollah-militsina í Libanon, hevur Iran millum annað lopið á Ísrael, Kuwait og londini á arabisku hálvoynni.
Í prædiku síni vísti Leo pávi á eina hending áðrenn Jesu krossfesting. Støðan er endurgivin í Matteusar evangeliinum, m.a.
Her dró ein av lærusveinum Jesusar svørðið og høgdi oyrað av tænaranum hjá høvuðsprestinum, sum var komin at handtaka Jesus í Getsemane urtagarðinum í Jerúsalem.
Jesus steðgaði lærusveininum og segði: "Set svørðið aftur í slíðran, tí øll, sum taka svørðið, fara at glatast av svørðinum."
– Jesus var ikki vápnaður og vardi seg ikki og stríddist ikki í nøkrum stríði.
– Hann vísti blíða andlitið á Gudi, sum altíð vrakar harðskap. Í staðin fyri at bjarga sær sjálvum, lat hann seg krossfesta, helt pávin fram.
Jesu krossfesting verður hildin langafríggjadag, meðan pálmasunnudagur var dagurin, tá Jesus sambært Bíbliuni reið inn í Jerúsalem á einum asna og varð móttikin sum kongur av íbúgvunum, sum veittraðu við pálmagreinum.
Páskirnar eru í hásæti páskadag, tá Jesus sambært Bíbliuni reis upp frá deyðum eftir at vera deyður á krossinum og verið jarðaður.
Tað eru fyrstu páskirnar hjá Leo páva sum leiðari í katólsku kirkjuni.
Leo pávi, sum var føddur í USA, varð settur pávi í mai 2025.
/Ritzau/










