Lívfrøðingur: Børn mugu aftur út í náttúruna

Magnus Gaard heldur, at børn læra betur um náttúruna við at uppliva hana enn við at sita framman fyri skíggja ella lærubók.

Magnus Gaard, lívfrøðingur

Tað er ikki nóg mikið bara at verja føroysku náttúruna við lógum. Vit mugu eisini tryggja, at fólk kenna og skilja hana betur.

 

Tað heldur lívfrøðingurin Magnus Gaard, sum í útvarpsrøðini Oyggjar undir trýsti hjá Kringvarpinum leggur dent á, at náttúrukunnleikin hjá børnum eigur at styrkjast.

 

Hann fegnast um, at nýggja náttúruverndarlógin kom í gildi í 2024, og at meira verður gjørt fyri at skráseta føroysku náttúruna. Men tað er bara ein partur av uppgávuni.

 

– Yvirhøvur hava fólk umsorgan fyri tí, tey kenna. Tí eiga vit at skipa so fyri, at fólk fáa tættari samband við náttúruna, sigur Magnus Gaard.

 

Hann vísir á, at lívfrøði fyrr í størri mun fór fram úti í náttúruni, har næmingar lærdu um plantur og djór við at síggja og kenna tey. Nú verður nógv av undirvísingini framd við lærubókum og talgildum miðlum.

 

– Tað er nógv týdningarmiklari, at børn merkja, hvussu eitt skaldabrobber luktar, ella síggja, hvussu mýrisólja kann lita eina veit gula. Slíkum upplivingum hava børn brúk fyri, sigur hann.

 

Magnus Gaard heldur eisini, at menniskju eru farin at síggja náttúruna sum nakað mekaniskt, meðan fólk fyrr høvdu størri virðing fyri henni.

 

– Vit eiga at geva náttúruni meira ans, tí tá vit geva henni ans, so er tað, tí hon á mangan hátt líkist okkara egna lívi, sigur lívfrøðingurin.

 

Útsagnirnar vórðu bornar fram í fjórða parti av útvarpsrøðini Oyggjar undir trýsti, sum Kringvarpið hevur sent um trýstið á føroysku náttúruna orsakað av útbyggingum og vaksandi menning.

 

Magnus Gaard, lívfrøðingur