Løgmaður tekur sjálvur ábyrgd av stríðnum móti rúsevnum

Hørð rúsevni eru vorðin ein vaksandi trupulleiki í Føroyum, og nú tekur løgmaður sjálvur ábyrgdina av at samskipa arbeiðið at basa misnýtsluni.

Landsstýrið fer nú undir eitt samanhangandi átak móti rúsevnismisnýtslu í Føroyum. Tað verður løgmaður sjálvur, sum fær ábyrgdina av at samskipa arbeiðið tvørtur um stjórnarráðini.

 

Tað verður staðfest í frágreiðingini frá landsstýrinum í sambandi við ólavsøkurøðu løgmans, har sagt verður, at greið tekin eru um, at hørð rúsevni seinastu árini eru vorðin ein vaksandi trupulleiki í Føroyum. Samstundis vísa myndugleikarnir á, at nýggj rúsevni eru komin til landið, sum áður vóru ókend her.

 

– Rúsevni eru sera oyðileggjandi fyri okkara ungdóm, familjur teirra og samfelagið sum heild, verður staðfest.

 

Landsstýrið ætlar tí at arbeiða á fleiri mótum samstundis. Millum annað skal eftirlitið við innflutningi og teimum, sum ferðast til Føroya, styrkjast. Eisini verður dentur lagdur á fyribyrging, skjóta hjálp til misnýtarar og stuðul til familjur, sum verða raktar av rúsevnum.

 

Grundarlagið undir arbeiðinum verður Heildarætlanin um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu frá 2022. Sambært frágreiðingini skulu løgmaður og viðkomandi landsstýrisfólk í felag taka støðu til, hvørji átøk verða raðfest fyrst, og síðani verður ein nágreinilig tíðarætlan løgd fyri arbeiðið.

 

Við at leggja samskipanina beinleiðis undir løgmann er ætlanin at geva arbeiðinum størri politiska tyngd. Rúsevnistrupulleikin skal ikki bara loysast við løgreglu og tolli, men eisini við fyribyrging, viðgerð og sosialum átøkum.