Hóast skráin til tingfundin klokkan 10 í dag er stutt, so verður talan um drúgvan tingfund.
Tvey mál eru á skránni:
|
1 |
3. viðgerð LM-058/2025 - Uppskot til løgtingslóg um at umvæla løgtingsbygningin á Tinghúsvegi 3 |
|
2 |
2. viðgerð LM-015/2025 - Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2026 |
|
3 |
Framløga |
Leygarkvøldið legði fíggjarnenvdin hjá Løgtinginum fram álit um fíggjarlógina, og er 2. viðgerð av uppskotinum í dag soleiðis, at Løgtingsfíggjarlógin endaliga kann samtykkjast á tingfundi hósdagin, tá ætlanin er, at Løgtingið skal fara í jólafrí.
Fyrra málið á tingfundinum í dag er um at játta 34,2 milliónir krónur til at umvæla løgtingsbygningin á Tinghúsvegnum. Tað er tann parturin, sum hýsir umsitingini hjá Løgtinginum og fundarhølum. Tað er tann gamli telefonbygningurin. Málið er til 3. og endaligu viðgerð í dag.










