Nick Reiner, sonur deyða filmsleikstjóran Rob Reiner, er handtikin og skuldsettur fyri dráp.
Tað segði ein løgreglumaður í Los Angeles í dag, sambært tíðindastovuni Reuters.
Amerikanski filmsleikstjórin Rob Reiner og kona hansara, Michelle Singer Reiner, vórðu í gjár funnin deyð í heiminum hjá teimum í amerikanska stórbýnum Los Angeles.
Myndugleikarnir kanna deyðstilburðirnir sum dráp.
Rob Reiner er kendur sum leikstjórin aftanfyri filmar sum "When Harry met Sally", "A Few Good Men" og " The American President."
Hann hevur eisini verið framman fyri myndatólinum í hjáleiklutum í fleiri filmum og røðum - eitt nú røðini "All in the Family" og "New Girl".
Hann hevur eisini framleitt og skrivað handrit til fleiri filmar.
Rob Reiner átti trý børn við Michelle Singer Reiner - harímillum tann nú handtikna Nick Reiner, sum er yngstur av tveimum synum.
Nick og Rob Reiner hava áður samstarvað um ein hálvbiografiskan film frá 2016, nevndur "Being Charlie", sum millum annað hevði evni frá teirra sambandi og upplivingum, skrivar AP.
Í hesum sambandi tosaði 32 ára gamli Nick Reiner opið um at hava havt trupulleikar við rúsevnismisnýtslu og at vera heimleysur, longu áðrenn hann var 18 ára gamal.
/Ritzau/











