Í kvøld var seinasta leikumfarið leikt í hesum árinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hjá monnum.
Í einum ótrúliga málríkum dysti vunnu Bjarni í Selvindi, Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali á útivølli 43-40 á Selfossi. Tað má vera óhoyrt, at eitt lið skorar 40 mál í einum dysti, og tapir kortini. Í steðginum var Valur á odda 23-19.
Bjarni skoraði fimm mál, og Allan skoraði eitt mál.
Sveinur Olafsson og liðfelagarnir í Afturelding vunnu á heimavølli 34-31 á ÍR. Í steðginum var støðan javnleikur 17-17.
Sveinur skoraði trý mál.
Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í Fram vunnu á útivølli ein flottan 27-25 sigur á Haukum, ið vóru oddalið undan dystinum í kvøld. Í steðginum var Fram á odda 13-12.
Dánjal skoraði tvey mál.
Jóhannes Bjørgvin og liðfelagarnir í Stjörnuni taptu á útivølli 31-33 fyri FH. Stjarnan var annars á odda 17-15 í steðginum.
Jóhannes skoraði tvey mál.
Nú verður vetrar og HM-steðgur í deildini fram til 4. februar. Tvey føroyingalið eru fremst í deildini, og øll fýra føroyingaliðini eru millum átta tey fremstu liðini, og liggja sostatt øll til at skula spæla endaspæl.
Tveir føroyingar hava tó ikki vetrarfrí enn. Fjórðingsfinalurnar í steypakappingini verða spældar 19.desember. Dánjal og Fram skulu til Akurereyrar at spæla ímóti KA. Sveinur og Afturelding taka imóti FH í Mosfellsbær. Vinnandi liðini koma við í Final 4.
Støðan
| Nummar | Lið: | Dystir | Vunnir | Javnir | Taptir | Málmunur | +/- |
Stig | |
| 1 | Valur | 15 | 12 | 0 | 3 | 486:441 | 45 | 24 | |
| 2 | Afturelding | 15 | 11 | 1 | 3 | 467:428 | 39 | 23 | |
| 3 | Haukar | 15 | 11 | 0 | 4 | 499:431 | 68 | 22 | |
| 4 | FH | 15 | 9 | 1 | 5 | 465:434 | 31 | 19 | |
| 5 | KA | 15 | 9 | 0 | 6 | 486:483 | 3 | 18 | |
| 6 | ÍBV | 15 | 8 | 1 | 6 | 464:463 | 1 | 17 | |
| 7 | Fram | 15 | 8 | 0 | 7 | 469:446 | 23 | 16 | |
| 8 | Stjarnan | 15 | 4 | 2 | 9 | 426:453 | -27 | 10 | |
| 9 | HK | 15 | 5 | 0 | 10 | 419:463 | -44 | 10 | |
| 10 | Selfoss | 15 | 4 | 1 | 10 | 460:501 | -41 | 9 | |
| 11 | Þór | 15 | 2 | 3 | 10 | 420:466 | -46 | 7 | |
| 12 | ÍR | 15 | 1 | 3 | 11 | 470:522 | -52 | 5 |











